FM1 sigur frá StÍF-Kyndil klokkan 18 í kvøld

Sjúrður H. Hoydal sigur frá sera avgerandi dystinum í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum

Í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum er kapprenning millum StÍF, Kyndil og Neistan um at røkka hálvfinalunum.

Kyndil hevur fýra stig, Neistin og StÍF hava tvey, og aftast er Team Klaksvík við ongum stigi.

Team Klaksvík og Neistin spæla í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgin klokkan 16. Har er Neistin risafavorittur til at vinna dystin.

Í kvøld klokkan 18 spæla StÍF og Kyndil í høllini á Skála. Kyndil hevur pluss tvey í innanhýsis roknskapinum millum trý tey ovastu liðini, og StÍF hevur minus fimm. Tí má StÍF vinna við fýra málum, um strandingar skulu vinna seg í hálvfinaluna.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum StÍF og Kyndil á FM1.

Samrøður við umboð fyri StÍF og Kyndil koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

0