FM1 sigur frá 07 Vestur-B68 klokkan 16

Lykladystur í niðurflytingarstríðnum verður á Dungasandi

Tríggir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag.

 

Klokkan 15 leika EB/Streymur og HB við Margáir í Streymnesi. Klokkan 16 leika 07 Vestur og B68 á Dungasandi í Sørvági, og klokkan 17 leika AB og KÍ úti í Vika á Argjum. 

 

Frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum 07 Vestur og B68, ið byrjar klokkan 16.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo