FM1 sigur frá 07 Vestur-ÍF í kvøld klokkan 19

Tróndur Arge sigur frá uppgerðini á Dungasandi í Sørvági

Fimti dysturin í 13. umfarinum í Betrideildini hjá monnum verður leiktur á Dungasandi í Sørvági í kvøld, har 07 Vestur tekur móti ÍF.

 

07 Vestur hevur átta stig og ÍF hevur 11 stig. Fyri ÍF snýr tað seg um at vinna fyri at fara framum EB/Streym, og fyri 07 Vestur snýr tað seg um at vinna fyri at fáa eina fjarstøðu uppá fimm stig til B68, ið er næstaftast í deildini við seks stigum.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. 

 

Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo