FM1 sigur frá Føroyar-Armenia (U21) klokkan 17.30

Talan er um fyrsta dystin í hesari EM-undankappingini. Tróndur Arge sigur frá dystinum

Sámal Erik Hentze, Atli Gregersen og U21-hópurin gera seg til reiðar til at spæla fyrsta undankappingardystin í hesari EM-undankappingini.

 

Klokkan 17.30 skal føroyska U21-landsliðið takast við Armenia á Svangaskarði.

 

Føroyar eru komnar í ein krútsterkan undanbólk, har hini liðini eru Frakland, Serbia, Ukraina og Norðurmakedonia.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá U21-landsdystinum á FM1. Sett verður inn á Svangaskarð aftaná tíðindasendingina, ið byrjar klokkan 17. 

 

Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo aftaná dystin.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo