FM1 sigur frá HB-Newtown í kvøld klokkan 19

Tróndur Arge sigur frá Europa Conference League dystinum á ovara vølli í Gundadali

Í kvøld verður aftur Europa Conference League fótbóltur á skránni hjá FM1.

 

Í kvøld klokkan 19 er tað HB sum hevur heimadyst í Europa Conference League undankappingini. Mótstøðuliðið er Newtown úr Wales.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo