FM1 sigur frá KÍ-ÍF og Víkingur-07 Vestur

Tveir teir seinastu dystirnir í 14. umfari vera leiktir klokkan 15 seinnapartin

FM1 fer seinnapartin at siga frá tveimum teimum seinastu dystunum í 14. umfari í Betrideildini hjá monnum.

 

Greiða oddaliðið KÍ tekur seinnapartin klokkan 15 móti ÍF við Djúpumýru í Klaksvík, og í Sarpugerði í Norðragøtu tekur Víkingur móti 07 Vestur.

 

FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum. 

 

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum í samstarvi við dystir.fo.

 

Tá Tróndur og Sjúrður hava sagt frá dagsins dystum hevur FM1 sagt frá øllum fimm dystunum í 14. umfari, ið sjálvandi bara ber til tá dystirnir liggja spjaddir yvir fleiri dagar. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.fm1.fo