Bæði B36 og HB hava heimadyst á ovara vølli í Gundadali í morgin, og tað gevur FM1 møguleika at siga beinleiðis frá teimum betrideildardystum í morgin.
Klokkan 15 siga Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig frá dystunum B36-ÍF og KÍ-07 Vestur. Klokkan 18 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum HB og EB/Streym.
FM1 fer at fylgja gongdini í dystunum NSÍ-TB og Víkingur-B68, og har frætta vit frá heimildarmonnum í hálvleikinum.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo