FM1: Sigurjón Einarson og Jákup Ósá meta um dystin móti Litava

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við fótbóltstíðindamennirnar hjá Dimmalætting, bolt.fo og Norðlýsinum

##med2##

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Fyrrapartin í dag gjørdi Petur Asbjørn nakrar samrøður.

 

Hann prátaði eisini við fótbóltstíðindamennirnar, Sigurjón Einarson hjá Dimmalætting, og Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum.

 

Sigurjón og Jákup mettu um dystin, og mettu um hvørjir teir væntaðu fara at byrja inni móti Litava.

 

Fyri Sigurjón og Jákup er eingin ivi um, at eitt stig má liggja eftir til føroyska liðið, so vit kunnu tryggja okkum plássið í Nations League Deild C.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna

 

 

 

Samrøða úr Litava við Sigurjón Einarson og Jákup Ósá

Samrøða úr Litava við Sigurjón Einarson og Jákup Ósá