##med2##
Í kvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini.
Tá spæla vit á útivølli á Zimbru leikvøllinum í Chisinau móti Moldova í undanbólki E.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptaktin byrjar klokkan 18.45.
Nú Gunnar Nielsen ikki er við landsliðferðini er 36 ára gamli, Sølvi Vatnhamar ellisforseti á landslinum.
Tað hevur nakrar fyrimunir við sær at vera elsti maður í hópinum, staðfestir Sølvi.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Sølva Vatnhamar í Chisinau ígjár.
##med3##