##med2##
Við góðum 3-2 heimasigri við Løkin í Runavík á Víkingi helt NSÍ lív í vónini at røkka, ið hvussu er øðrum plássinum í Betrideildini, ið gevur atgongd til Europa League undankappingina komandi ár.
NSÍ var á odda 1-0 í steðginum. Tvær ferðir í seinna hálvleiki javnaði Sølvi Vatnhamar fyri Víking uppá brotsspark, men báðu ferðirnar legði NSÍ seg á odda aftur. Rógvi Egilstoft syrgdi við einum rimmar langskoti fyri sigursmálinum hjá NSÍ. At NSÍ skifti út og flutti Rógva Egilstoft av vongverjanum í vinstru og fram á miðvøllin vísti seg at vera avgerandi. Eitt sindur tilvildarliga datt bólturin tíggju minuttir undan leikloki fyri føturnar á Rógva Egilstoft, sum 19 metrar úr málinum takkaði fyri og smekkaði bóltin upp í málkrókin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fimm málunum og dystarendanum. Bjartur Nolsøe var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók stutt samanum aftaná dystin, ið hann metti kundi verið farin báðar vegir.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Jóhan Troest Davidsen, ið legði NSÍ á odda 1-0. Jóhan undirstrikar, at talan var um ein sera týðandi sigur fyri hann og liðfelagarnar, og hóast uppgávurnar eita HB, KÍ og B36 so fara teir í NSÍ við góðum treysti undir hesar uppgávurnar.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við miðvallarstríðsmannin hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar sum staðfestir, at tað er helst nakað síðani, at evropeiska vónin fór hjá Víkingi. Nú ræður um at spæla ungar spælarar inn, og heldur Sølvi, at fleiri av teimum vístu góðar taktir í dystinum í kvøld.
NSÍ er átta stig aftanfyri HB við 56 stigum. HB og NSÍ hava níggju stig eftir at spæla um. Liðini hittast mikudagin klokkan 17, og tá kann NSÍ hála trý stig inn á HB, og halda fjarstøðuna til hini liðini.