##med2##
Føroyska landsliðið endaði landsliðsárið væl við einum 1-1 javnleiki á útivølli móti Kosovo.
Stefan Radosavljevic tryggjaði Føroyum javnleikin, tá hann streyk frá kosovansku verjuni og lyfti bóltin hegnisliga uppum málverjan til støðuna 1-1.
Beslimi legði Kosovo á odda við einum vøkrum langskotsmáli.
Kosovo-Føroyar 1-1 (0-0)
1-0 Beslimi (64.)
1-1 Stefan Radosavljevic (77.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann og viðmerkjaran, Agnar Prestá frá portal.fo siga frá málunum, og samanumtøku hjá Agnari Prestá um eitt góðkent føroyskt avrik á einum torførum vølli.
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Gilli Rólantsson Sørensen, Andrias Edmundsson (Samuel Chukwudi, 58.), Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (Martin Agnarsson, 70.) – Sølvi Vatnhamar (Stefan Radosavljevic, 70.), Noah Mnenéy, René Shaki Joensen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 58.), Meinhard E. Olsen – Patrik Johannesen, Pætur J. Petersen (Klæmint A. Olsen 70.)