FM1: Soleiðis vann AB á B36 í Gundadali

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36 og Karl Dreier Leth hjá AB seta orð á 2-1 sigurin hjá AB á ovara vølli í Gundadali

##med2##

 

Annan dystin á rað vann AB ein frálíkan sigur á útivølli, og eru argjamenn nú bert seks stig frá teimum evropeisku plássunum, og við heili átta stig niður til botnin.

 

Í dag koppaði AB B36 í grannauppgerðini á ovara vølli í Gundadali.

 

Høvuðsvenjarin hjá B36 er vónbrotin um, at hansara menn komu so seint í gongd, men hann staðfestir eisini, at AB-arnir stríddust væl.

 

Karl Dreier Leth hjá AB heldur, at talan er um ein fult uppibornan sigur, ið teir áttu at havt tryggjað sær nógv fyrr í dystinum.

 

B36-AB 1-2 (0-0)

 

0-1 Sjálvmál (50.)

 

1-1 Brian Jakobsen (82.) 

 

1-2 Agustin Marsico (89.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Dan Brimsvík, høvuðsvenjara hjá B36.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Karl Dreier Leth hjá AB. 

 

B36-AB 1-2 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Dan Brimsvík og Karl Dreier Leth

B36-AB 1-2 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Dan Brimsvík og Karl Dreier Leth