FM1: Soleiðis vann B36 stórsigur og eitt stevnusteyp

(FM1) Hoyr málini B36 fekk móti EB/Streymi, og hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi og tvífaldan málskjútta hjá B36 seta orð á dystin

##med2##

 

B36 vann stórsigur 4-0 á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í kvøld. EB/Streymur var betri fyrstu løtuna av dystinum, men B36 tók yvir aftaná hetta. Tað var eisini góður stimbur hjá B36 at økja til 2-0 áðrenn ein minuttur var farin av seinna hálvleiki.

 

EB/Streymur-B36 0-4 (0-1)

 

0-1: Hugin Samuelsen, 29.

 

0-2: Hannis Agnarsson, 46.

 

0-3. Hugin Samuelsen, 63.

 

0-4: Benjamin Heinesen, 69.

 

B36 liggur á fimta plássi við 23 stigum, eitt stig aftanfyri NSÍ og tvey stig aftanfyri Víking, ið spælir móti 07 Vestur á heimavølli í morgin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá trimum teimum fyrstu málunum og lýsa tað fjórða málið saman við viðmerkjaranum, Teiti Joensen.

 

2) Hoyr viðmerkjaran, Teitur Joensen taka samanum eitt gott B36-avrik, og eitt slakari avrik hjá heimaliðnum.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við ein heldur vónbrotnan høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sum undirstrikaði, at B36 hevði eitt framúr gott avrik. Samstundis prátaði Óli eisini við tvímálsskjúttan hjá B36, Hugin Samuelsen sum ikki dylir, at tað gjørdi góðan mun at skora til 2-0 beinavegin aftaná steðgin. 

 

 

 

 

 

(EB/Streymur-B36 0-4 (0-1) - Hoyr málini, samanumtøku hjá Teiti Joensen og samrøðu við Jákup Martin Joensen og Hugin Samuelsen)

(EB/Streymur-B36 0-4 (0-1) - Hoyr málini, samanumtøku hjá Teiti Joensen og samrøðu við Jákup Martin Joensen og Hugin Samuelsen)