FM1: Soleiðis vann Víkingur spennandi grannauppgerðina

(FM1) Hoyr samrøður við liðskiparan hjá ÍF, Karl Løkin og við tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Jákup Johansen og hoyr málini frá dystinum ÍF-Víkingur 2-3 (1-2)

##med2##

 

ÍF og Víkingur stóðu fyri einum tí besta dystinum higartil í ár, tá Víkingur í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið í Fløtugerði í Fuglafirði vann 3-2 á ÍF, og vann seg harvið í hálvfinalurnar. Tað heldur viðmerkjarin hjá FM1, Teitur Joensen.

 

ÍF – Víkingur 2-3 (1-2)

 

Fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið

 

1-0: Uros Stojanov 9.

 

1-1: Jákup Johansen 21.

 

1-2: Andreas Lava Olsen 31.

 

1-3: Jákup Johansen 50.

 

2-3: Bogi Reinert Petersen br 91.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum í Fløtugerði í Fuglafirði. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónsviknan liðskipara hjá ÍF, Karl Løkin sum harmaðist, at hann og liðfelagarnir ikki kundu løna mongu ÍF-fjepparunum sum vóru møttir í Fløgugerði í dag aftur fyri teirra dygdargóða stuðul í dag. 

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein fegnan og lættan tvímálsskjútta hjá Víkingi, Jákup Johansen sum staðfestir, at tað var strævið og hart at knógva ÍF í dag, og somikið meir kom sigurin væl við.

 

4) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin. 

 

 

 

(ÍF-Víkingur 2-3 (1-2) - Hoyr málini, samrøður við Karl Løkin og Jákup Johansen, og samanumtøku hjá Teiti Joensen)