FM1: Soleiðis vunnu Føroyar metsigur í altjóða fótbólti

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Teit Joensen siga frá málunum í metsigrinum hjá Føroyum har Liktinstein stóð fyri skotum

(Hoyr málini í metsigrinum Føroyar-Liktinstein 5-1 (3-1))

(Hoyr málini í metsigrinum Føroyar-Liktinstein 5-1 (3-1))

Føroyar høvdu undan dystinum í kvøld spælt 210 altjóða skrásettar landsdystir. 29 ferðir hava Føroyar vunnið fulla úrtøku. Størstu sigrarnir vóru við trimum málum.

 

Men í kvøld eydnaðist tað fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna við fýra málum.

 

Søguliga 5-1 málið skoraði Viljormur Davidsen við brotssparki, og aftur í hesum førinum átti Klæmint A. Olsen stóran leiklut, tí tað var hann, sum varð feldur dygst innanfyri brotsteigarmarkið.

 

Gamla metið varð 4-1 sigurin á Gibraltar í 2014. Undankappingarmetið er 3-0 sigurin á San Marino í 1995. 

 

Føroyar – Liktinstein 5-1 (3-1)

 

0-1: Max Göppel 19.

 

1-1: Klæmint A. Olsen 23.

 

2-1: Brandur H. Olsen 38. 

 

3-1: Brandur H. Olsen 41.

 

4-1: Klæmint A. Olsen 64.

 

5-1: Viljormur Davidsen br 78.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá málunum í metsigrinum. 

 

(Hoyr málini í metsigrinum Føroyar-Liktinstein 5-1 (3-1))