FM1: Spennandi og stigaríkar hálvfinalur í Firmakappingini

(FM1) Hoyr hálvfinalurnar í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1, ið vóru seinnapartin í dag

Tað vóru tvær sera spennandi og stigaríkar hálvfinalur í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1 seinnapartin í dag.

 

Tað var ikki fyrrenn í seinasta umfarinum, at kappingarnar vóru avgjørdar.

 

Fyrra hálvfinalan var millum Tunnil.fo og Bygma Balslev, og seinna hálvfinalan var millum PM og TTS.

 

HER  ber til at hoyra spennandi hálvfinalurnar á www.fm1.fo 

 

Finalan í Firmakappingini verður komandi hósdag klokkan 15.15.