FM1: "Spurin" vitjaði Sjónám í Klaksvík ígjár

(FM1) Hoyr sendingina "Spurin" har reportarin, Petur Zachariassen var á gátt hjá Sjónámi í Klaksvík

##med2##

Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Sjónám myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska skúla í Klaksvík. 

Ígjár vitjaði reportarin hjá FM1 í sendingini "Spurin", Petur Zachariassen Sjónám í Klaksvík har hann hitti deildarleiðaran, Brand í Funningsstovu sum greiddi frá virkisøkinum og útbúgvingunum hjá Sjónámi.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.

Tvær spennandi maritimar útbúgvingar við undirvísing á høgum fakligum og kreativum støði verða bjóðaðar út í Klaksvík.

  • Skiparaútbúgving - 1 1/2 ára lestur við upptøku næstu ferð í august
  • Skipsatstøðari - 1 skúlaár (40 vikur) til fulltiknan skipsatstøðara

 

(Spurin 25. februar 2021: Sjónám í Klaksvík)