FM1: Tað var eitt yvirraskilsi fyri Andrass at fáa landsliðsboð

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Andrass Johansen í Vilnius í Litava

Her sæst Andrass Johansen aftaná málið hann skoraði móti Norðurmakedonia í U21 EM-undankappingardystinum við Djúpumýru í Klaksvík í fjør

##med2##

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt nakrar undansamrøður við landsliðsleikarar.

 

Millum teir Petur Asbjørn fekk orðið á í dag var Andrass Johansen hjá B36, ið eisini hevur fingið landsliðsboð á fyrsta sinni. 

 

Fyri Andrass Johansen var tað eitt stórt yvirraskilsi at blíva úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. Sama morgun tíðindafundurin hjá landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson var beinleiðis á FM1 høvdu tey, ið savnast í B36-húsinum til kaffi fyrrapartar fingið boðini við, og tey fagnaðu boðunum stórliga tá Andrass kom á gátt hjá teimum. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna. 

 

 

 

Her sæst Andrass Johansen aftaná málið hann skoraði móti Norðurmakedonia í U21 EM-undankappingardystinum við Djúpumýru í Klaksvík í fjør

Samrøða úr Litava við Andrass Johansen

Samrøða úr Litava við Andrass Johansen