FM1: Víkingur fekk hevnd fyri tapið fyrr í ár

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi og tvímálsskjúttan hjá Víkingi seta orð á 2-1 sigurin hjá Víkingi við Margáir

##med2##

 

Tað var ein hvøkkur í øðrum umfari, tá Víkingur á heimavølli tapti 1-2 fyri EB/Streymi. Tey stigini høvdu verið góð í kapprenningini við KÍ í oddinum. Í kvøld eydnaðist tað Víkingi at vera omaná móti EB/Streymi. Hesaferð við 2-1 sigri við Margáir í Streymnesi. 

 

EB/Streymur-Víkingur 1-2 (1-1)

 

0-1 Jákup Johansen (20.)

 

1-1 Filip Djordjevic (23.) 

 

1-2 Jákup Johansen (46.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Tróndur Arge siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sum heldur, at hansara menn vóru við í dystinum til seinasta bríksl.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Jákup Johansen sum fegnast um málini og stigini, men staðfestir, at nú er kappingin um plássini sera hørð í Víkingi. 

 

EB/Streymur-Víkingur 1-2 (1-1) - Hoyr málini og samrøður við Jákup Martin Joensen og Jákup Johansen

EB/Streymur-Víkingur 1-2 (1-1) - Hoyr málini og samrøður við Jákup Martin Joensen og Jákup Johansen