FM1: Víkingur-KÍ klokkan 15 og B36-AB klokkan 18

Tróndur Arge verður frásøgumaður til oddadystin í Sarpugerði. Óli G. Samuelsen sigur frá grannauppgerðini í Gundadali

Í dag sigur FM1 beinleiðis frá tveimum Betrideildardystum. 

 

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá oddadystinum millum Víking og KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Klokkan 18 sigur Óli G. Samuelsen frá grannauppgerðini millum B36 og AB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Hinir báðir dystirnir eru HB-07 Vestur, ið byrjar klokkan 15 og B68-EB/Streymur, ið byrjar klokkan 16. FM1 fer at kunna um gongdina í dystunum, og prátað verður við umboð fyri B68, EB/Streym, HB og 07 Vestur í hálvleikinum í dystinum millum B36 og AB. 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo