FMA: Danny fyri aðru ferð í kvøld

Ársins bólkur ella einstaklingur innan føroyskan popp og rokk eru Danny & The Veetos úr Klaksvík. Hetta er onnur virðislønin, teir fáa í kvøld. Sangur teirra, Alright, bleiv kosin Ársins sangur fyri løtu síðani.

 

Hinir tilnevndu sum ársins bólkur ella einstaklingur innan popp og rokk vóru:

Fróði

Heiðrik

Konni Kass

Lena Anderssen

 

Í fjør fekk Eivør Pálsdóttir hesa virðislønina, Í 2015 var tað AVE og í 2014 var tað Týr í Rokk, Málm, Jazz, Blues og Fólka bólkinum og Byrta í popp-bólkinum. Síf Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, handaði Danny & The Veetos FMA-virðislønina fyri ársins bólk ella einstakling í Popp/Rokk bólkinum.