Hann er fjølgávaður sum fáur, má sigast.
Filmar hansara hava fingið góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands. Í 2014 vann stuttfilmur hansara Skuld bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Trý av teimum fimm sjónbandaløgunum, sum vóru tilnevnd til ársins videolag í ár, vóru framleidd av honum (hann vann kortini ikki). Tað bilar kanska kortini minni, tí hann fekk eina FMA-virðisløn fyri ársins videolag í 2015, tá Rain hjá Eivør varð kosið tað besta.
Nú fekk hann so sína fyrstu FMA-virðisløn fyri tónleik sín. Heiðrikur á Heygum er ársins mannligi sangari innan føroyskan popp og rokk.Í fjør gav hann aðru fløgu sína, Funeral, út, og sangirnir haðani hava verið nógv spældir á føroysku útvarpskanalunum.
Hinir tilnevndu sangararnir vóru:
Danny Baldursson
Fróði Hansen
Hans Andrias Jacobsen
Sakaris Emil Joensen
Hinir, sum hava fingið FMA-virðisløn sum ársins sangari eru Jón Aldará (Rock, Málm, Jazz, Fólk og Blues) og Hallur Joensen (Poppur) í 2014, Benjamin Petersen í 2015 og Marius Ziska í 2016. Tað var Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari hjá Visit Faroe Islands, sum handaði Heiðriki heiðurslønina.