FMA upphiting fríggjakvøldið

Hendan vikan setur tónleikin í hásæti.

Føroyskur tónleikur er í hásæti hesa vikuna, nú FMA nærkast í hvørjum. 

Tí tað er leygarkvøldið klokkan 19.30, at FMA fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Meðan Kringvarpið sendir FMA beinleiðis, fer in.fo at fylgja við og rapporterað frá tí, sum hendir rundan um og backstage á FMA 2017. 

 

 

Fríggjakvøldið bjóðar Reinsaríið til FMA upphiting, har fleiri aktuellir bólkar framføra. Í sambandi við FMA í ár koma nógvir útlendskir gestir, fólk úr tónleikavinnuni, ið koma til Føroya at uppliva tað besta, ið føroyskur tónleikur hevur at bjóða. Í hesum sambandi hevur Reinsaríið tikið stig til eina sýnisgluggakonsert, har nøkur av okkara bestu sleppa at framføra.

 

 

Har í millum kunnu nevnast Danny & The Veetos, Marius Ziska, Benjamin Petersen, FRUM og Benjamin Rajani. 

 

Tiltakið byrjar klokkan 21.00.