Føroya Fólkaháskúli fekk um vikuskiftið eina kærkomna gávu, tá Lions klubbarnir í Føroyum handaðu skúlanum eina gávu á 100.000 krónur.
Lions Tórshavn lat 65.000 krónur, sum var yvirskotið av Málningaframsýningini á Ólavsøku.
Allir Lions klubbarnir í Føroyum lótu afturat 35.000 krónur, so samlaði stuðulin til Háskúlan var 100.000 krónur.
Gávan varð handað í gjár, tá skipað varð fyri kappingini um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum. Liðini, ið spæla um Lionsbikarið eru vinnararnir av FM kappingini og Steypakappingina í hondbólti í fjør.
Fyrireikararnir skriva, at kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli spældu ein sera spennandi dyst, har Neistin dró longra stráið og vann dystin.
Hjá monnunum var tað Neistin, ið eftir stóð sum vinnari í dystinum móti VÍF.