Føroya Politi: Sms-boð um pakkar eru svik

- Hóast væl orðað á føroyskum, so kunnu vit vissa øll um, at talan er um svik, sigur løgreglan.

Føroya Politi hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava fingið eini SMS-boð frá PostNord í Danmark.

 

- Í boðunum biðja tey um fleiri upplýsingar, soleiðis at pakkin, ið er bílagdur, kann verða sendur á rættan bústað. 

 

Føroya Politi hevur kannað boðini, og talan er um svik.

 

- Hóast væl orðað á føroyskum, so kunnu vit vissa øll um, at talan er um svik, sigur løgreglan.

 

Tí heitir Føroya Politi staðiliga á fólk, sum hava fingið slík sms-bið, um ikki at tøppa inn persónligar upplýsingar á heimasíðuni.

 

- Vit mæla til, at hesi boð verða slettað, sigur Føroya Politi í kvøld.

 

##med2##