Føroyameistari í leirdúgvuskjóting 2021 skal finnast

Leygardagin 21. august verða føroyameistara kappingarnar í skeet og trap leirdúgvuskjóting

Leygardagin 21. august verða føroyameistara kappingarnar í skeet og trap leirdúgvuskjóting. Kappingin í skeet verður avgreidd á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og kappingin í trap verður avgreidd á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík. Vanliga plaga FM kappingarnar at verða í tveir dagar, men orsaka av útbygging av breytini á Sandvíkum, er avgjørt at stytta kappingarnar í ár, og avgreiða alt FM uppá ein dag.

 

Árið í ár hevur verðið serstakt fyri Skjótisamband Føroya. Millum annað altjóða limaskapur, og nýggj skjótibreyt í Leirvík, hevur havt jaliga ávirkan á føroyska ítróttarskjóting. Hetta sæst nú aftur í tilmeldinginum til FM, tí heili 33 íðkarar hava boða frá luttøku, og hetta er met í FM søguni hjá Skjótisambandinum.

 

Byrja verður at skjóta kl. 9:00 og uml. kl. 14:30 er greitt hvør er FM vinnari í ár. Aftrat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin við í Føroya Cup, Grand Prix, Makkarakappingini og í landslið úttøkuni hjá Skjótisamband Føroya.

 

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkja er HER: