Føroyar eru á lívi í C bólkinum

Einki mál varð skorað í seinna hálvleiki, og harvið er tað greitt, at Litava fer at flyta niður í D deildina

Tað endaði 1-1 í Vilnius. Einki mál varð skorað í seinna hálvleiki. Javnleikurin ber við sær, at tað longu undan síðsta umfari er greitt, at Litava fer at flyta niður, og at Føroyar varðveita plássið í C bólkinum. Tað er nú greitt, at Turkaland, sum Føroyar sunnukvøldið fara at spæla ímóti á Tórsvølli, hevur vunnið bólkin og flytur upp í B bólkin, og at Luksemburg og Føroyar aftur í næstu Nations League kappingini fara at spæla í C bólkinum.

 

Føroyar løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Málið stútaði Jákup B. Andreasen, eftir at liðfelagi hansara í KÍ Jóannes Bjartalíð við frísparki legði fram úr høgru og mitt í brotsteigin. Hetta er aðru ferð, at Jákup B. Andreasen er málskjútti á landsliðnum.

 

Fimm minuttir undan steðginum endaði bólturin í føroyska málinum. Tá sá verjuspælið í høgru ikki so sannførandi út, eftir at bólturin varð spældur úr hinum borðinum. Føroysku spælararnir vildu vera við, at talan var um rangstøðu, og íslendski hjálpardómarin var samdur við teimum. Málið varð lagt undir VAR luppin, og tríggjar minuttir seinni dømdi dómarin mál og so var 1-1.

 

Eftir steðgin legði heimaliðið meiri ágangandi og eitt sindur meiri skipað fyri, enn avrikið hjá Litava var í fyrra hálvleiki. Talan var tó ongantíð um upplagdar málmøguleikar.

 

Føroyska liðið fótaði sær aftur, men tað gekk striltið hjá føroyingunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Klæmint A. Olsen var støðugt so at siga illa viðfarin, og fýra av mótstøðumonnunum sóu gult fyri fríspark ímóti føroyska toppskjúttanum.

 

Serliga sera eyðsýndi Jóannes Bjartalíð og eisini Meinhard E. Olsen vóru góðir í borðunum, og tað var um reppið, at Klæmint A. Olsen eftir innlegg úr høgru og úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið, men hann var akkurát ov stuttur.

 

-Eg eri nøgdur við partar av spælinum, hóast tað ikki altíð riggaði so væl, men eg harmist um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku, tí tað høvdu vit uppiborið. Nú er tað greitt, at vit ikki fara at flyta niður, og harvið verður so at siga talan um ókeypis dyst sunnukvøldið ímóti Turkalandi, sigur Håkan Ericson landsliðsvenjari.

 

Málskjúttin Jákup B. Andreasen, sum í kvøld enn einaferð staðfesti, at hann eigur fast pláss á landsliðnum, er samdur við venjaranum.

 

-Minsta málið hjá okkum var at vinna javnleik, og tað eydnaðist. Hetta er aðru ferð at eg skori ímóti Litava, og eg havi eisini skorað í Europa kapping fyri KÍ á hesum vøllinum. Vit eru sera uppsettir at vísa ímóti Turkalandi, at vit eru betri, enn vit vóru á útivølli ímóti Turkalandi, sigur Jákup B. Andreasen

 

 

 

Litava - Føroyar 1-1 (1-1)

 

Nations League C bólkur 1

 

Á LFF stadion í Vilnius í Litava

 

Hósdagin 22. september 2022 kl. 21.45

 

0-1: Jákup B. Andreasen 22.

 

1-1: Vykintas Slivka 41.

 

Dómarabólkur úr Íslandi: Vilhjálmur Alvar Ꝧórarinsson, Gylfi Már Sigurðsson, Birkir Sigurðarson og Ꝧorvaldur Árnason (4. dómari)

 

Føroyar: Gunnar Nielsen, FH Hafnafjørður Ísland – Gilli Rólantsson, Odds Ballklubb Noreg, Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Hørður H. Askham, HB, Viljormur Davidsen, Helsingborg IF Svøríki – Jóannes Bjartalíð, KÍ,  René S. Joensen, KÍ (Heðin Hansen, HB, 92.), Jákup B. Amdreasen, KÍ, Meinhard E. Olsen, Mjøndalen Noreg (Mads Bo Mikkelsen, KÍ, 83.) – Jóan Símun Edmundsson, S. K. Beveren Belgia (Patrik Johannesen, Keflavík Ísland, 77.), Klæmint A. Olsen, NSÍ (Sonni Ragnar Nattestad, B36, 92.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, HB, Mattias H. Lamhauge, B36, Heini Vatnsdal, KÍ, Daniel Johansen, HB, Hallur Hansson, KR Reykjavík Ísland, Hannes Agnarsson, B36, Andrass Johansen, B36 og Pætur J. Petersen, HB

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Håkan Ericson

 

-

 

Turkaland541017313
Luksemburg5221878
Føroyar5122595
Litava50142131