Føroyar eru framvegis í barónaseingini

Hálvleiksstøðan í Kroatia er 1-1, eftir at Géza Dávid Turi legði Føroyar á odda

Mynd: Kroatiska fótbóltssambandið

Aserbadjanski dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki í Kroatia, og máltalvan vísir 1-1.

 

Géza Dávid Turi legði Føroyar á odda, tá ið eitt korter var farið. Hann dró fram ímóti brotsteigarmarkinum, áðrenn hann smekkaði til, og umvegis beinið á einum av heimamnnunum sigldi bólturin í málið. Hetta er fyrsta málið hjá Géza Dávid Turi, sum í kvøld er fyri fimtu ferð á landsliðnum, har hann í kvøld er sentralur miðvallari saman við Jákupi B. Andreasen.

 

Í 23. minutti javnaði Josko Gvardiol, tá ið hann eftir heimatrýst og kontra smekkaði til úr vinstru og í handara síðunetið. Burutrsæð frá hesiari støðuni hevur verjan verið framúr væl skipað.

 

Kroatiska heimaliðið hevur verið tvífalt so nógv á bóltinum, sum føroyingarnir hava verið, men í uppløgdum málmøguleikum er munurin ikki so stórur.

 

Eftir sending frá Géza Dávid Turi rann Hanus Sørensen úr vinstru frá verjuni, og tá ið hann illa kroystur smekkaði til, vardi málverjin við beinparadu.

 

Mattias H. Lamhauge hevur verið tryggur millum stólparnar, og trýstið, sum tað kanska kundi roknast við frá heimaliðnum, hevur ikki verið soleiðis, sum tað kanska kundi roknast við.

 

Kroatia hevur havt sjey hornaspørk, og Føroyar hava einki hornaspark vunnið. Í síðstu sekundunum undan steðginum royndi Luka Modric seg við frísparki úr góðari støðu, men bólturin brast í føroyska manngarðin.

 

Føroyingarnir hava runnið væl fleiri metrar enn heimamenninir, og nú fæst at síggja, hvussu tað fer at síggja út í seinna hálvleiki.

 

Ein minutt undan steðginum sá Géza Dávid Turi gula kortið.

 

Mynd: Kroatiska fótbóltssambandið