Føroyar eru í finaluni

Kvinnulandsliðið: Óluva Allansdóttir Joensen bjargaði tveimum brotsspørkum, og Hervør Olsen avgjørdi

Hervør Olsen legði í fyrra hálvleiki Føroyar á odda 1-0, og við síðsta brotssparkinum tryggjaði hon Føroyum pláss í finaluni mynd: FSF/Bjarni Enghamar

Føroyar hava í dag tryggjað sær pláss í finaluni í Baltic Cup, sum í hesum døgum er í Litava. Finalan verður sunnudagin.

 

Eftir vanliga leiktíð var 1-1 í dystinum millum Føroyar og Estland. So var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna vinnaran, sum skal spæla finalu.

 

Í brotssparkskappingini endaðu Føroyar omaná, so samantalda úrslitið varð 6-5.

 

Allir teir fimm føroysku spælararnir sendu bóltin í málið uttan stinni miðvallarin Jensa Tórolvsdóttir, sum sendi bóltin omanfyri málið. Føroysku málskjúttarnir við brotssparki vóru - umframt Hervør Olsen - Heidi Sevdal, Ásla Johannesen, Sára S. Lamhauge og Rakul Johannesen .

 

Heilt avgerandi var tað, at føroyski málverjin Óluva Allansdóttir Joensen bjargaði tveimum brotsspørkum.

 

Tá ið hon hevði bjargað seinnu ferðina, var tað javnt, og Føroyar áttu eitt skot eftir. Hervør Olsen, sum var fyrstu ferð á landsliðnum, var trygg úr ellivu metrum, og so var tað greitt, at Føroyar skulu spæla finalu.

 

Eftir vanliga leiktíð var 1-1. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Føroyar. Tað var Hervør Olsen, sum stutt undan steðginum og við høvdinum skoraði málið eftir hornaspark úr høgru, eftir at Jensa Tórolvsdóttir fyrst hevði roynt við skoti. Ásla Johannesen legði við hornasparki innfyri, og Maria á Lakjuni vann hornasparkið. 

 

Estland javnaði í seinna hálvleiki við langskoti eitt sindur úr vinstru. Bólturin sigldi høgt í handaru síðu av málinum.

 

 

 

Føroyar - Estland 1-1 (1-0) 6-5 eftir brotssparkskapping

 

1-0: Hervør Olsen 41.

 

1-1: Vlada Kubassova 55.

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Maria á Lakjuni, Birita Ryan (Sarita Mittfoss, 29.), Rakul M. Johannesen, Ásla Johannesen – Julia Naomi Mortensen (Tóra Mohr, 74.) , Olga Kristina Hansen (Sara Lamhauge, 57.), Heidi Sevdal, Jensa Tórolvsdóttir, Lea Lisberg (Julia Helena Henriksen, 74.) – Hervør Olsen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Anna Hansen, Emma Hansdóttir

 

Venjari: Lene Terp

 

Hervør Olsen legði í fyrra hálvleiki Føroyar á odda 1-0, og við síðsta brotssparkinum tryggjaði hon Føroyum pláss í finaluni mynd: FSF/Bjarni Enghamar