Føroyar greitt omaná móti Slovakia

Í løtuni er hálvleikur í hálvfinaluni millum Føroyar og Slovakia í EHF honboltskappingini í Bulgaria

Myndir: Christian Nagata

Føroyar eru í bólki saman við vertunum úr Bulgaria og Kekkia og hava vunnið á báðum liðunum.

 

Føroyar hava verið greitt omaná í øllum dystinum, og fingu eina góða byrja við leggja seg á odda 5-1. Kekkia tók eitt time-out tíðliga í dystinum, men munurin hevur verið hin sami allan hálvleikin til hálvleiksstøðuna 15-11.

 

Pauli Jacobsen hevur staðið sera væl í málinum og tikið fleiri skot og verið seinasti skansin, tá verjan ikki var upp á pláss.

 

Elias á Skipagøtu og Hákum West av Teigum hava verið sera eyðsýndir í dystinum og skotið tilsamans 11 av teimum 15 málunum.

 

Hesi hava skotini málini í fyrra hálvleiki:

 

Pauli Mittún 1

Elias á Skipagøtu 6

Viktor Gaini 1

Sveinur Olafsson 2

Hákun West av Teigum 5

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Myndir: Christian Nagata