Føroyar-Lettland á FM1 frá klokkan 17.15 sunnudagin

Sjúrður H. Hoydal og Andrias Eriksen vera klárir úr høllini á Hálsi 45 minuttir undan dystarbyrjan

Klokkan 18 sunnukvøldið spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti alt avgerandi dystin móti Lettlandi í HM-undanundankappingini í høllini á Hálsi í Havn.

 

Italia og Luksemborg spæla klokkan 15.30. Undan dystunum í morgin hevur Luksemborg trý stig, Føroyar og Italia hava tvey stig og Lettland hevur eitt stig.

 

Føroyar mugu vinna á Lettlandi fyri at vera frammanfyri Luksemborg á stigatalvuni, tí Luksemborg er betri innanhýsis. Føroyar kunnu bert klára seg við javnleiki um Luksemborg spælir javnt ella vinnur á Italia. Hvussu víkir og vendir, so vera tað bara tvey tey ovastu liðini sum fara víðari í HM-undankappingini. 

 

Trúgvu og drúgvu: Sjúrður H. Hoydal, frásøgumaður og Andrias Eriksen, viðmerkjari eru aftur til dystin fús, og teir vera beinleiðis ígjøgnum á FM1 frá høllini á Hálsi frá klokkan 17.15 sunnudagin. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo - samrøður kunnu hoyrast á www.trok.fo