Føroyar og Noreg standa saman um makrelin

- Ongantíð áður hava Føroyar fingið eina so stóra og góða makrelatgongd sum í semjuni í dag millum Føroyar og Noreg.

- Semjan millum Føroyar og Noreg um makrelatgongd er søgulig, sigur Jacob Vestergaard.

 

 

Føroyar og Noreg hava í dag gjørt semju um makrelatgongd, har føroysk skip kunnu veiða 83.524 tons av makreli í norskum sjógvi tað, ið eftir er av árinum. Hetta svarar til helvtini av føroysku makrelkvotuni fyri 2021.

 

Á hinari síðuni kunnu norsk skip so eisini veiða sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi. 

 

Londini eru eisini samd um, at føroysk skip, sum veiða makrel í norskum sjógvi, sjálvi gera av, um tey landa fiskin í Føroyum ella Noregi. Sama er galdandi fyri norsk skip, sum sjálvi gera av, um tey landa makrelin, sum tey veiða í føroyskum sjógvi, í Føroyum ella Noregi. 

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at semjan millum Føroyar og Noreg er søgulig, tí ongantíð áður hava Føroyar fingið eina so stóra og góða makrelatgongd sum í semjuni, ið partarnir hava gjørt í dag.

 

 

 

- Semjan millum Føroyar og Noreg um makrelatgongd er søgulig, sigur Jacob Vestergaard.