Føroyar settu Danmark upp á pláss

Hondbóltur U-20 EM: Føroyar hava í dag vunnið 33 - 32 ímóti Danmark

Í hondbólti er tann tíðin farin, tá ið føroyingar eru kanónføði hjá donsku heimsstjørnunum. Tað varð staðfest og ruddiliga undirstrikað, tá ið Føroyar og Danmark hittust í U-20 EM landsdysti fyri menn.

 

Í dag var fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum, og tað var vorðið sum avbjóðing í Vila Nova de Gaia í Portugal. Á hinari hálvuni stóð danska liðið. Í hondbólti og ikki minst manshondbólti verður Danmark roknað millum tey allar bestu.

 

Men tað løgdu føroysku spælararnir vertin á. Eftir 15-15 í fyrra hálvleiki vunnu Føroyar 33-32.

 

Álopsspælið var alla tíðina hugflogsríkt og vandamikið. Fyrstu minuttirnar eftir steðgin var lítil kynkur í, Danmark legði seg framum við fýra málum, og tá sá tað út til, at donsku favorittarnir fóru at vinna trivaligan sigur.

 

Men so vísti Pauli Jacobsen heimsklassa í málinum, og tá ið Elias á Skipagøtu Ellefsen samstundis gav sínum spæli eina tonn eyka, so varð føroyska liðið lyft í hæddir, sum tað ikki eigur at vera møguleiki fyri, tá ið havt verður í huga, hvat fólkagrundarlagið er, tá ið sammett verður við eitt nú Danmark.

 

##med2##

 

Seinna partin av seinna hálvleiki vóru Føroyar leingi frammanfyri við tveimum og einum máli. Pauli Jacobsen var fantastiskur í málinum, og Elias á Skipagøtu, Óli Mittún, Hákun West av Teigum og allir hinir vístu avrik, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær.

 

Danir royndu at mansverja Elias á Skipagøtu, og tað argaði føroyska avrikið, men føroysku unglingarnir mistu ongantíð fótafesti og vóru øgiliga fokuseraðir. Hóast hetta var elddópurin í endaspælshøpi, so vóru føroyingarnir púra kaldir og í fullkomnari javnvág, tá ið tað vóru tveir og ein minuttir eftir, og tað endaði við sigri.

 

##med3##

 

Føroyar hava vunnið landsdyst í hondbólti ímóti Danmark í endaspæli. Tað er fantastiskt.

 

Í morgin verður mótstøðuliðið Slovenia, og sunnudagin fara Føroyar at spæla ímóti Ungarn.

 

Hetta kennist vera dreymakent, men hetta er veruleiki. Ein veldugur dagur í føroyskum hondbólti og føroyskum ítrótti.

 

##med4##

Pauli Jacobsen 15/47 31,91 %

 

Alexandar Lacok 0/0

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu 9

 

Hákun West av Teigum 7

 

Pauli Mittún 6

 

Óli Mittún 6

 

Janus Dam Djurhuus 3

 

Viktor Gaini 2

 

Baldur Gillason

 

Bogi Hansen

 

Kristoffur Bjørgvin

 

Hanus Arason

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu

 

Sveinur Olagsson

 

Sakir Tróndarson Frydal

 

Ovi Lützen

 

 

 

Danmark – Føroyar 32-33 (15-15)

 

Danmark : Thomas Arnoldsen 13, Nicolai Sorensen 4, Victor Nevers 3, Valdemar Hermansen 3, Victor Kløve 3, Simon Ostersen 2, Julius Morch Rasmussen 2, Mikkel Rasmussen 1, Christoffer Dreyer 1.

 

Føroyar : Elias á Skipagøtu Ellefsen 9, Hákun West á Teigum 7, Pauli Mittún 6, Óli Mittún 6, Janus G. Djurhuus 3, Viktor Gaini 2.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##