Hesa sjón vil Miðflokkurin ikki síggja. Tí skal Norðurlandahúsið undir føroyskt ræði, so LGBT flaggið ikki aftur verður vundið á stong uttan fyri Norðurlandahúsið

Føroyar skulu ráða hvussu Norðurlandahúsið flaggar

Norðurlandahúsið skal undir føroyskt ræði, so tað ikki flaggar við LGBT flaggi, sigur formaður Miðfloksins

Hesa sjón vil Miðflokkurin ikki síggja. Tí skal Norðurlandahúsið undir føroyskt ræði, so LGBT flaggið ikki aftur verður vundið á stong uttan fyri Norðurlandahúsið

Eitt av málunum hjá Miðflokkinum í sambandi við løgtingsvalið er, at Norðurlandahúsið skal undir føroyskt ræði. Tað skal tað, tí tað ber ikki til, at útlendingar sita og gera av, hvørjum flaggi húsið flaggar við.

Tað segði Jenis av Rana á tíðindafundinum í dag, tá valskrá Miðfloksins varð løgd fram. Hann sipaði beinleiðis til, at Norðurlandahúsið flaggar við LGBT flaggi í ælaboðalitum, tá Faroe Pride er beint undan ólavsøku. Soleiðis hevur verið í nøkur ár.

– Tað er ikki í lagi, segði Jenis av Rana.

– Har sita útlendingar og stýra hesum húsinum, og taka avgerð um til dømis at draga Merkið niður ein ávísan dag og vinda eitt annað flagg upp í flaggstengurnar á Norðurlandahúsinum.

– Tað er ikki í lagi, segði Jenis av Rana.

– Og so fáa vit at vita, at vit hava einki við Norðurlandahúsið at gera, tí tað verður stýrt úr Nordisk Råd. Og tá vit hyggja at játtanini, so er tað eisini so. Hann sum rinda, hann valdar, segði Jenis av Rana, sum kundi staðfesta, at Føroyar bara gjalda ein lítlan part av tí, sum tað kostar at reka Norðurlandahúsið.

– Men Norðurlandahúsið skal ikki vera ein trojanskur hestur inni í føroyska samfelagnum, um tað stendur til Miðflokkin, segði hann.

Formaður Miðfloksins vónaði, at tey fáa undirtøku fyri hesum, sum hann heldur, kundi gjørt Føroyar betri.

 

 

Hesa sjón vil Miðflokkurin ikki síggja. Tí skal Norðurlandahúsið undir føroyskt ræði, so LGBT flaggið ikki aftur verður vundið á stong uttan fyri Norðurlandahúsið