Føroyar spæla hálvfinalu ímóti Slovakia kl 15

Klokkan 15 byrjar hálvfinalan hjá føroysku U19-landliðnum hjá monnum ímoti Slovakia.

Hósdagin vunnu teir í fjórðingsfinalu 31-28 á Kekkia.

 

– Mennirnir hava vant taktiska venjing, hugt eftir video, tosa taktikk og hvílt, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Dysturin í dag byrjar klokkan 15.00 og sæst á ehftv.com.

 

Hondbóltssambandið skrivar eisini, at umframt hetta hava Pauli Jacobsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu luttikið í “Respect Your Talent” átakinum hjá EHF, sum snýr seg um møguleikarnar í hondbólti sum yrki, eisini eftir at tíðin sum leikari er av.

 

##med2##

 

Teir ið hava verið kosnir dagsins leikarar í dystunum higartil fingu møguleikan at luttaka, har m.a. kendi ungarski hondbóltsleikarin Laszlo Nagy greiddi frá.