Føroyar taka seg fram á FIFA-styrkislistanum

Fótbóltur: Vit eru farin 18 pláss fram síðani árslok í fjør

Føroyska A-landsliðið í fótbólti tekur seg støðugt fram á styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA.

Seinasta listin, sum verður almannagjørdur í ár kom beint fyri jól, og har eru Føroyar farnar eitt pláss fram, á pláss 117.

Við árslok í fjør vóru Føroyar nummar 135, so lopið seinastu 12 mánaðirnar hevur verið 18 pláss, og tað er millum annað komið orsaka av tveimum sigrum á Malta, sum er at finna aftanfyri okkum.

Vit hava annars nógvar av smáu tjóðunum aftanfyri okkum, t.d. Malta, Luxembourg, Liechtenstein og San Marino, og bert eitt pláss frammanfyri okkum, nummar 116, er Albania. Estland, sum vit vunnu góðan sigur á í ár, er nummar 100.

Brasil er framvegis nummar1, Týskland nummar 2, Kekkia nummar 3, og fyri fyrstu ferð nakrantíð, er England komið heilt upp á 4. pláss. Mexico hevur eisini vunnið sær ovasta plássið nakrantíð, nú teir eru vorðnir nummar 5 og samstundis hava givið venjaranum sekkin. Fraklan d er nummar 6, Rumenia nummar 7, Danmark nummar 8, Italia nummar 9 og Columbia nummar 10.

Hinar norðurlendsku tjóðirnar eru plaseraðar soleiðis: Noreg nummar 13, Svøríki nummar 18, Finland nummar 60 og Ísland nummar 72. Tilsamans 190 lond eru á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA.


1. Brasil

2. Týskland

3. Kekkia

4. England

5. Mexico

6. Frakland

7. Rumenia

8. Danmark

9. Italia

10. Columbia

13. Noreg

18. Svøríki

60. Finland

72. Ísland

100. Estland

116. Albania

117. FØROYAR

133. Malta

138. Luxembourg

158. Liecthenstein

173. San Marino