Føroyar vunnu stórsigur og eru í hálvfinaluni

Hondbóltur U-17 gentur: Seinnapartin verður tað greitt, hvørjum hálvfinalan fríggjadagin verður ímóti

Mynd: hsf.fo

At føroyskur hondbóltur er í rúkandi menning verður í hesum døgum eisini staðfest í Georgia, har U-17 genturnar luttaka í EM kapping. Tíðliga seinnapartin vunnu føroysku genturnar seg í hálvfinaluna. Tær vunnu síðsta dystin í bólkaspælinum 37-16 ímóti Estlandi.

 

Um eina løtu spæla hini bæði liðini í bólkinum – Serbia og Italia. Tað er greitt, at Føroyar eru annað liðið, sum heldur fram í kappingini. Um Italia vinnur ella tað endar javnt vinna Føroyar bólkin. Um Serbia vinnur verða Føroyar nummar tvey í bólkinum.

 

Frá fyrsta bríksli í dag var spurningurin bara, hvussu stórur føroyski sigurin fór at verða. Í handavend vóru Føroyar frammanfyri 6-1, og møguleiki tóktist vera fyri, at Føroyar fóru at vinna størri sigur enn bæði Italia og Serbia hava vunnið ímóti Estlandi. Italia vann 34-15 og Serbia 36-13.

 

Føroyar vundu burtur úr Estlandi, og tað var stutt millum føroysku málini. Onkra løtu var stígur í málskjótingini, tí estlendski málverjin bjargaði rættiliga ofta, og føroysku spælararnir vóru ikki altíð so neyvar í skotroyndunum.

 

Føroyskur toppskjútti var Lukka Arge við 9 málum. Hinir málskjúttarnir vóru Lea Mohr (6), Maria Palsdóttir Nólsoy, Bjørk Franksdóttir Joensen (5), Marita Thomsen (3), Poula Fríðheim Petersen (2), Anna Halsdóttir Weyhe (2), Sára Sigrunardóttir Mikkelsen (2), Karin Egholm (1), Anna Sigrunardóttir Mikkelsen (1) og Karina Debes Heinesen (1).

 

Hinir spælararnir á føroyska liðnum eru Silja Arngrímsdóttir Müller, Inga Maria Roysdóttir, Simona Michelsen Kass, Eyðbjørg Kallsberg og Barbara Hammer.              

 

Mynd: hsf.fo