Føroyingaliðið á Akureyri reyk út úr endaspælinum

KA tapti triðu fjórðingsfinaluna við minsta marginali

Allan Norðberg skoraði tvey mál tá KA á útivølli á Hafnarfjørðinum tapti triðu fjórðingsfinaluna  í íslendska endaspælinum fyri Haukum á útivølli.

 

Haukur vann dystin 31-30, og Haukur vinnur sostatt fjórðingsfinaluuppgerðirnar samanlagt 2-1. 

 

Einar Birgir Stefánsson hevði ein risamøguleika at javna til 31-31 og tryggja KA longda leiktíð beint undan dystarloki, men hann misbrúkti málmøguleikan og so vann heimaliðið 31-30. Í steðginum vóru Haukar á odda 15-14.

 

Kappingarárið er sostatt liðugt hjá KA, ið nú kann byrja at hugsa um komandi kappingarár. 

 

Einasta føroyingaliðið sum vann seg í hálvfinalurnar er liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV.  Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen, Fram reyk eisini út úr kappingini í fjórðingsfinalunum.