Føroyingaliðið á Akureyri tapti á heimavølli

KA hevur bert fingið eitt stig seinastu fýra dystirnar

Føroyingaliðið á Akureyri, KA er í heldur tungum sjógvi fyri tíðina. 

 

Í dag tapti KA í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini 27-30 fyri FH á heimavølli á Akureyri.

 

Í steðginum var FH á odda 19-12.

 

Morgunblaðið metir, at tað var avgerandi, at málverjin hjá FH, Phil Döhler bjargaði 16 av málroyndunum hjá KA móti málinum hjá honum.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell hevði fimm bjargingar í dag. Allan Norðberg var ikki við í hópinum í dag.

 

KA hevur bert fingið eitt stig seinastu fýra dystirnar.

 

KA hevur seks stig, og liggur á einum áttanda plássi í deildini. 

 

Komandi leygardag spælir KA á útivølli móti Fram.