Føroyingaliðið á Akureyri vann við brotskasti í seinastu løtu

Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og hinir í KA hava ein lítlan fyrimun undan seinnu hálvfinaluni á heimavølli

Mynd: Morgunblaðið

Mynd: Morgunblaðið

Triðja føroyingaliðið í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti, KA sum hevur Allan Norðberg og landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell á liðnum leikti ígjár fyrru fjórðingsfinaluna móti Haukum á útivølli.

 

Talan gjørdist um ein sera javnan og spennandi dyst, ið KA vann 30-29 við einum brotskasti Óðinn Þór Ríkharðsson setti í netið í seinasta sekundi, og so var stórur fagnaður á akureyringum.

 

Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA. Nicholas Satchwell hevði fýra bjargingar. Kappingarneytin í málinum hjá KA, Bruno Bernat hevði átta bjargingar.

 

Komandi mánakvøld klokkan 19.30 leika liðini seinnu fjórðingsfinaluna, har KA hevur ein pinkalítlan fyrimun við 30-29 sigrinum á útivølli í fyrru fjórðingsfinaluni. 

 

Mynd: Morgunblaðið

Mynd: Morgunblaðið