Føroyingar skulu seta tiltøk í verk ímóti Russlandi

- Vit mugu tora at geva russarum greið boð

Tað eigur at fáa avleiðingar fyri Russarar, at teir hava sett føroysk virki á svartalista og sostatt seta bann fyri innflutningi úr Føroyum.

 

Tað halda bæði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Høgni Hoydal vísir á, at vit eiga at røkja okkara samstarv við russarar.

 

Men tað skal ikki vera treytaleyst.

 

- Vit eiga at duga at spæla okkara leiklut í tí spælinum, har stórveldini hava áhugað, sigur Høgni Hoydal.

 

Russarar hava sanniliga eisini áhuga í samstarvi við Føroyar, eitt nú hava teir áhuga í at fáa kvotur av svartkjafti, sild og makreli frá føroyingum.

 

Men Høgni Hoydal sigur, at vit eisini at torað at boðað russarum frá, at framferðun hjá teimum kann ikki góðtakast og at tað skal hava avleiðingar fyri samstarv teirra við Føroyar.

 

- Tað haldi eg, átti at verðið gjørt, sigur Høgni Hoydal.

 

Bill Justinussen er púra samdur.

 

- Vit eiga at røkja okkara samstarv við russarar, men vit eiga at gera teimum greitt, at mark skal vera fyri, hvat vit kunnu bjóða hvørjum øðrum, sigur Bill Justinussen.