Øll trý føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag.
Í Helsingør gjørdist talan um fulla spælitíð til bæði Adrian R. Justinussen og Meinhard E. Olsen, tá Hillerød og Kolding leiktu javnt 1-1.
Victor Dedes legði Hillerød á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Vladislav Morozov javnaði til 1-1.
Hillerød er fremst í deildini við 28 stigum. Kolding er nummar seks við 22 stigum.
Martin Agnarsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad leiktu javnt 0-0 móti Hvidovre.
Aarhus Fremad er nummar níggju við 18 stigum.
Komandi fríggjakvøld hevur Aarhus Fremad dyst á útivølli móti Hobro, og sama kvøld hevur Hillerød dyst á útivølli móti HB Køge. Fríggjakvøldið skal Kolding eisini í eldin. Teir hava heimadyst móti Horsens.











