Føroyingur eyðsýndur í FC Midtjylland

Fyrr í vikuni kom hann á máltalvuna hjá eykaliðnum hjá donsku meistarunum.

Mánadagin spældi eykaliðið hjá donsku meistarunum úr FC Midtjylland ímóti eykaliðnum hjá SønderjyskE í sokallaðu Reserveligaen. Úrslitið gjørdist 4-1 til FC Midtjylland, og ímillum málskjúttarnar var ein føroyingur.


Talan er um 17 ára gamla Jákup Thomsen, sum júst var komin á vøllin, tá ið hann tíðliga í seinna hálvleiki fangaði eina afturlegging og skoraði til 2-0. Ikki nokk við tí; tríggjar minuttir seinni átti hann eisini uppleggið til 3-0-málið.


Jákup Thomsen er áleypari og hevur áður spælt við ungdómsdeildini hjá HB. Hann hevur sáttmála við fótbóltsskúlan hjá FC Midtjylland, har hann fyri tað mesta spælir við U19-liðnum. Hann hevur áður sagt við heimasíðuna, at hann vónar at spæla seg í Superliga-hópin.