Føroyingur við í donskum ballingarsjónvarpi

Martin Heldarskarð er ein av luttakarunum í Yacht Party á TV3.

- Í Yacht Party er vit við, tá 10 festglað ung fara á teirra lívs ævintýrferð á einum marglætisstuttleikabáti í Adriatiska havinum uttanfyri kroatisku strondina. Her skulu tey búgva saman og geva alt saman við øðrum ungum úr øllum heiminum.

 

Soleiðis greiðir TV3 frá um nýggju sendingina, sum føroyingurin Martin Heldarskarð fer at taka lut í.

 

- Eg fái hvørki sjóverk ella timburmenn, so kom bara við tí, sigur 24 ára gamli Martin Heldarskarð.

 

Í sendingini skulu tey í tvær vikur ferðast í kroatiska oyggjarhavinum. Hvønn dag sigla tey inn í eina nýggja havn og hvørt kvøld er ein nýggj veitsla.

 

Tey skulu búleikast á einum stuttleikabáti, men alt er ikki bara fjas - tey mugu arbeiða hart fyri tí, sambært TV3.

 

Fyrsti partur av røðini verður sendur komandi mánadag klokkan 20:20 á TV3.