Universitetini fáa meginpartin av játtanini til gransking á donsku fíggjarlógini. Í Føroyum eru enn eingi hagtøl fyri fígging av gransking.

Føroysk hagtøl um gransking, menning og nýskapan

Innan fyri gransking, menning og nýskapan (GMN) vantar okkum hagtøl í Føroyum. Hetta er ein vaksandi trupulleiki, serliga síðan altjóða samstarvið á økinum hevur tikið dik á seg.

Universitetini fáa meginpartin av játtanini til gransking á donsku fíggjarlógini. Í Føroyum eru enn eingi hagtøl fyri fígging av gransking.

Eitt er trýstið uttanífrá, til dømis at ES krevur viðkomandi hagtøl frá limalondum og atlimalondum, sum vilja luttaka í evropiskum granskingarverkætlanum. Eitt annað – og kanska týdningarmeiri – er tørvurin hjá okkum sjálvum á einum nøktandi avgerðargrundarlagi, tá ið umræður GMN í Føroyum.

 

Fyri at kunna stýra miðvíst ímóti ynskiligum úrslitum, krevst álítandi próvtilfar og vitan um bæði menniskjaligt og fíggjarligt tilfeingi, ið fyritøkur og stovnar leggja í slíkt virksemi.

 

Nýggja Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, ið varð skipað fyrr í ár, hevur til endamáls at styrkja strategisku ráðgevingina til Landsstýrið og vinnuna á samlaða málsøkinum og at seta mál, til dømis fyri luttøku í altjóða samstarvi. Fyri at kunna røkka sínum endamáli hevur Ráðið eisini tørv á hagtølum, og tí hevur Granskingarráðið biðið Hagstovu Føroya um eina forkanning av, hvat krevst fyri at menna hagtøl fyri økið í Føroyum.

 

Forkanning næstan liðug

 

Mælt verður til at menna hagtølini eftir altjóða leisti, soleiðis at tey verða sambærlig við altjóða hagtøl. Hetta inniber nakrar spurnakanningar í bæði almenna og privata geiranum eftir ávísing í altjóða hagtalshandbókum hjá ST og OECD. Spurningarnir snúgva seg um til dømis nøgd av virksemi, útreiðslur, fígging, starvsfólk, endamál, samstarv, karmar, undirstøðukervi og ikki minst úrslit v.m.

 

Í sambandi við forkanningina hava umboð frá Hagstovu Føroya vitjað Hagstofu Íslands og Danmarks Statistik fyri at leita sær vitan. Í Danmark hava tey ment GMN-hagtøl í næstan 30 ár og í Íslandi tátta tey í 10 ár. Londini bæði hava sostatt drúgvar royndir, sum Hagstova Føroya hevur fingið innlit í. Teirra vitan og royndir hava veitt góða vegleiðing, samstundis sum tey fyribyrgja, at menningartilgongdin í Føroyum verður darvað av somu byrjanartrupulleikum sum í Danmark og Íslandi.

 

Virðismikið grundarlag

 

Hagtølini verða nýtt til at máta, hvør tað er, sum fremur GMN, hvør fíggjar virksemið, og hvar tað fer fram. Mált verður hvørjum støði virksemið er á, hvat endamálið við tí er, og hvat samstarv og sínámillum ávirkan er millum stovnar og geirar í hesum sambandi.

 

Hagtøl um útreiðslur til GMN verða til dømis nýtt sum grundarlag fyri at evna skatta- og fíggjarskipanir, ið kunnu eggja til meira GMN, og til at skilja, hvussu GMN skapar framburð, trygd og vælferð.

 

GMN-hagtøl, sum onnur lond hava framleitt í áratíggju, eru vorðin eitt virðismikið grundarlag undir vísinda-, granskingar- og búskaparpolitikki kring heimin. Allýsingarnar í altjóða handbókunum veita eitt felags mál fyri samskifti um GMN tvørtur um nógv ymisk málsøki, harímillum vísinda- og tøknipolitikk, búskapar-, fíggjar- og skattapolitikk, grannskoðan, íløgu- og handilspolitikk v.m.

 

Forkanningin hjá Hagstovuni verður liðug í september. Treytað av, at Landsstýrið gevur grønt ljós til at halda fram, verður næsta stig at sniðgeva spurnabløð og innsavningarskipan. Síðan verður vónandi farið undir innsavningina í 2023.

 

 

 

 

 

Universitetini fáa meginpartin av játtanini til gransking á donsku fíggjarlógini. Í Føroyum eru enn eingi hagtøl fyri fígging av gransking.