Føroysk list framúr góða móttøku í Paris

Nógv fólk vitjaðu føroysku listasamsýningina, sum lat upp í Paris í gjár, 13. januar, og stórur áhugi var fyri listaverkunum. Framsýningin við heitinum “Un éclat de soleil” lat upp í framsýningarhølunum Le Bicolore á Avenue des Champs-Élysées hóskvøldið. Við á framsýningini eru listaverk eftir Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálvi av Reyni.

 

Áðrenn framsýningin lat upp fyri almenninginum, var tíðindafundur fyri franskar fjølmiðlar. Nógvir fjølmiðlar vóru møttur og tey vóru sera áhugað í framløguni, sum Kinna Poulsen, kurator á framsýningini, helt fyri teimum. Kinna greiddi frá um føroyska listasøgu og at fleiri føroysk listafólk hava funnið íblástur í franskari málningalist. Evnið í framsýningini er ljósið í føroyskari myndlist og heitið “Un éclat de soleil”, sum merkir ein sólarglæma, er bygt á sálmin hjá Kingo “Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól". Tíðindafólkini frá fronsku miðlunum vóru ovfarin av at eitt lítið land sum Føroyar hava so fjølbroytta og dygdargóða list.

 

Mentanarlívið í Paris er eins og aðrastaðni merkt av koronastøðuni,  og tí var tað gleðiligt, at fólk hóast alt møttu fjølment, bæði til tíðindafundin og til ferniseringina.

 

Framsýningin er opin fram til 13. mars 2022.

 

Listaframsýningin er partur av mentanarátakinum Føroyar í Paris í 2022, ið verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark og Visit Faroe Islands.

 

Umframt listaframsýningina fevnir átakið um eina røð av føroyskum tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið verða í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022.

 

Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland.

 

Meira kunning um framsýningina og føroyska mentanarátakið er at finna á heimasíðuni www.lebicolore.dk (á fronskum).