Føroysk miðlaútbúgving skal setast á stovn

Stórur tørvur er á útbúnum fólki innan føroyska miðlaheimin, og tað merkir eisini fjølmiðlarnir, sum í ávísum førum ikki megna sína uppgávu. Tí eigur ein føroysk miðlaútbúgving at verða sett á stovn.

 

Fjølmiðlar hava stóran týdning fyri fólkaræðið, og tí liggur stór ábyrgd á teimum, ið starvast innan miðlaheimin. Tí er umráðandi, at fólk, ið arbeiða innan miðlaheimin hava neyðugu førleikarnir til hetta.

 

Í Føroyum er støðan eisini tann, at føroyska málið er lítið, og tí er undir stórum trýsti av útlendskum. Við einari føroyskari miðlaútbúgving styrkja vit eisini føroyska málið.

 

Tí havi eg fyrireika uppskot, sum verður lagt fyri tingið í næstum, um at seta á stovn miðlaútbúgving á Fróðskaparsetrinum.

 

Beinta Løwe

 

Løgtingskvinna, Tjóðveldi