Føroysk virki standa seg í kapping um makrel

- Eg fegnist um, at føroysk uppsjóvarvirki eru kappingarfør og kunnu luttaka í kappingini við eitt nú norsk virki um makrelin, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

- Føroyska uppsjóvarvinnan er nøgd við avtaluna við Noreg um makrelatgongd, sigur Jacob Vestergaard.

Hin 16. juli í ár kunnaði Fiskimálaráðið um, at Føroyar og Noreg hava gjørt eina søguliga semju um makrelatgongd, har føroysk skip kunnu fiska 83.524 tons av makreli í norskum sjógvi tað, ið eftir er av árinum. Hetta er helvtin av føroysku makrelkvotuni fyri 2021. Á sama hátt, sum føroysk skip kunnu fiska makrel í norskum sjógvi, kunnu norsk skip eisini fiska sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi.

 

- Londini eru harumframt samd um, at føroysk skip, sum fiska makrel í norskum sjógvi, sjálvi gera av, um tey landa fiskin í Føroyum ella Noregi. Somuleiðis gera norsk skip sjálvi av, um tey landa makrelin, sum tey fiska í føroyskum sjógvi, í Føroyum ella Noregi.

 

Í endanum av seinastu viku gjørdi skiparin á Finni Fríða, sum tá fiskaði í norskum sjógvi, vart við, at føroysk skip, sum fiska í norskum sjógvi, skulu bjóða makrelin út á Norges Sildesalgslag. Soleiðis hava føroysku skipini ikki frítt at fara úr norskum sjógvi og heim til Føroya við makrelinum, sum hugsandi er, at nøkur skip, ið eru knýtt at uppsjóvarvirkjum í Føroyum, kanska vildu gjørt.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ásannar, at eftir at avtalan varð gjørd millum Føroyar og Noreg, kom fram, at norskar reglur siga, at makrelurin, sum verður veiddur í norskum sjógvi, skal bjóðast út. Hinvegin hava føroysk virki eisini atgongd at keypa henda makrelin á norsku uppboðssøluni, og tað hevur eisini verið gjørt nakrar ferðir, síðan føroyski skip fóru í norskan sjógv at fiska.

 

- Vit hava eisini sæð, at norsk skip hava landað makrel í Føroyum í vertíðini hesaferð. Vit tóku henda spurningin upp við uppsjóvarvinnuna her heima, og tey mettu, at hóast norsku treytirnar, er avtalan um makrelatgongd góð. Vit halda eisini, at tað kann koma at fáa týdning í nýggjum samráðingum um eina makrelavtalu, um Føroyar og Noreg kunnu standa saman sum ein blokkur, sigur landsstýrismaðurin.

 

Norsk skip, sum fiska í føroyskum sjógvi, kunnu ikki bjóða makrelin út á einari uppboðssølu í Føroyum, tí  vit hava onga slíka, sum selur uppsjóvarfisk. Hinvegin kunnu tey bjóða fiskin út á Norges Sildesalgslag, har føroyski virkir, sum áður nevnt, eisini hava atgongd. Jacob Vestergaard fegnast um, at føroysk virki eru kappingarfør og kunnu luttaka í kappingini við eitt nú norsk virki um makrelin.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Føroyska uppsjóvarvinnan er nøgd við avtaluna við Noreg um makrelatgongd, sigur Jacob Vestergaard.