Føroyskir fangar í Danmark fáa lítla hjálp úr Føroyum

Nøkur tiltøk eru kortini sett í verk fyri at bøta um trivnaðin

Landsstýrið hevur ikki umsjón við donskum fongslum. Og sostatt hevur Landsstýrið heldur onga ávirkan á, hvussu viðurskiftini eru í donskum fongslum. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat tey gera fyri at bøta um støðuna hjá føroyskum fangum, sum verða sendirt til Danmarkar at sita.

 

Í hesum sambandi spyr hon hví føroyskir fangar, sum eru handtiknir í Føroyum, verða sleptir út aftur á gøtuna í Danmark, theldur enn at verða fluttir heim aftur til Føroyar, har teir vórðu handtiknir.

 

Hon spur eisini, hvussu landsstýrið tryggjar sær, at føroyskir fangar fáa virðiliga viðferð hóast málsøkið er danskt.

 

Landsstýrismaðurin staðfestir, at umsorgan fyri fangum er danskt málsøki og tískil fær hann ikki sagt nakað um, hvussu økið verður umsitið.

 

Hann sigur eisini, at Landsstýrið hevur ikki umsjón við donskum fongslum, og tí fær landsstýrið heldur ikki tryggja sær, hvussu viðurskiftini eru í donskum fongslum.

 

Kortini eru ávís tiltøk sett í verk fyri at bøta um trivnaðin hjá føroyskum fangum í donskum fongslum.

 

Føroyska kirkjan hevur júst sett ein prest, sum ferðast til Danmarkar fimm ferðir um árið og samrøðurnar við hvønn fanga vara í umleið ein tíma.

 

Megna Títt Lív er ein skipan hjá Almannaverkinum við tí endamáli at lofta ungum við svárum sosialum og sálarligum trupulleikum, og álvarsligum rústrupulleikum.

 

Megna Titt Lív ger sitt besta fyri at varðveita sambandið vid føroyingar, tey hava í skipanini, og sum fara niður at sita, sigur Landsstýrismaðurin.