Føroyskir krígsveteranar skulu eisini hjálpast

Føroyskir krígsveteranar skulu ikki detta niðurímillum, sigur løgmaður

Føroyskir krígsveteranar skulu ikki detta niðurímillum, men skulu hava hjálp á jøvnum føti við danskar veteranar.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Annika Olsen, tingkvinna, hevur spurt hann, hvar hann ætlar at gera fyri at hjálpa føroyskum krígsveteranum, og um hann fer at taka stig til eina almenna viðurkenning av tí arbeiði, sum teir gera í altjóða krígstænastu.

 

Løgmaður sigur, at Føroyska heilsu- og almannaverkið hevur ikki nakað serstakt tilboð til krígsveteranar, men at teir fáa somu hjálp, sum onnur í Føroyum, ið eru rakt av vanlukku, sjúku ella aðrari sosialari hending.

 

Hann sigur hinvegin, at danska verjan hevur serskipanir til veteranar, og her vísir Aksel V. Johannesen á, at danski verjumálaráðharrin hevur boðað frá, at Veteransentrið eisini fevnir um krígsveteranar, sum búgva í Føroyum.

 

Tilboðið hjá Veteransetrinum fevnir um hjálp frá sálarfrøðingi og annað.

 

Ráðharrin upplýsir eisini, at hjálpin til krígsveteranar nú verður eftirmett fyri at tryggja, at allir krígsveteranar fáa hjálp, viðurkenning og møguleikar, sum er í samsvari við teirra avrik.

 

Ein partur av hesi eftirmeting er at kanna, um krígsveteranar, sum búgva í Føroyum, eru í størri vanda enn aðrir.

 

- Eg havi heitt á landsstýrismannin í uttanríkismálum  um at fylgja við í tí, sum kemur burturúr eftirmetingini.

 

Harafturat fer landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg nú at kanna møguleikan fyri samstarvi millum Psykiatriska depilin á Landssjúkahúsinum og Veteransentrið um sálarfrøðiliga hjálp til føroyskar veteranar, sigur løgmaður.

 

Hann heldur, at er tað so, at føroyskir krígsveteranar ikki verða javnsettir við danskar, er tað ikki er í lagi.

 

Hann vísir á, at í heimastýrislógini stendur púra greitt, at munur skal ikki gerast á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum.

 

- Føroyskir krígsveteranar hava rætt til akkurát somu viðferð sum danskir, og tað stendur til danska verjumálaráðharran at tryggja, at mismunur ikki verður gjørdur.

 

Og løgmaður sigur, at honum vitandi er hetta støðan, at veteranar fáa hjálp á jøvnum føti við aðrar veteranar í ríkinum.

 

- Men okkurt bendir á, at fjarstøðan kann hava við sær, at føroyskir krígsveteranar kunnu detta niður ímillum, tá danska Veteransentrið ikki hevur samstarvsavtalur við føroyskar myndugleikar á sama hátt, sum tað hevur við fleiri danskar kommunur.

 

Hinvegin harmar tað løgmann, at føroyskir krígsveteranar ikki føla seg virðismettar í Føroyum.

 

- At vera herfólk er uttan iva eitt hitt vandamiklasta almenna starvið, ið er til, sigur løgmaður.

 

Sjálvur hevur hann stóra virðing fyri okkara krígsveteranum, og hann heldur, at vit sum land og fólk eiga at hava stóra virðing fyri teirra avriki.

 

Men hetta er undir verjumálum, sum eru danskt.

 

- Mær kunnugt koma føroyskir krígsveteranar undir danskar heiðursmerkjaskipanir, sigur løgmaður.